Danska fólkaognin er eisini okkara

- Vit ánaðu ikki, at føroyingar dugdu allar tekstirnar hjá okkum. Tað var sera hugaligt at uppliva, og vit ætla at geva føroyingum eina ordans konsert aftur hesaferð. Tað sigur Michael Bundesen, sum saman við vinunum í Shu-bi-dua fer at spæla á Vágsbøi í Klaksvík á summarfestivalinum

Summarfestivalur

Tað mundi kennast sum eitt frískt lot í øllum fullveldisstríðnum, sum var um hetta mundið. Danin var fanin í nógvum leikum, men fríggjakvøldið 5. november varð alt hetta gloymt eina løtu. Shu-bi-dua stóð á pallinum í Ítróttarhøllini á Hálsi, og ummælarin her í blaðnum hevði eitt ordans plettskot, tá yvirskriftin varð sett: »1900 føroyingar í kór: Danmark er et deeeejligt land. Shu-bi duga«.

Skal vera stuttligt
Konsertin ta ferðina prógvaði helst, at bólkurin er eins stórur her á landi, sum hann hevur verið tað í Danmark tey seinastu 33 árini. Tey 1900 atgongumerkini vórðu mest sum skrødd burtur í forsølu, og bara tað í sjálvum sær er jú eisini nakað, sum fullkomliga óvanligt her á landi.
5. august í ár verður áskoðaratalið helst nakað væl hægri. Ja, kanska eins høgt, sum tað var, tá Dynamit framman fyri 8.000 áhoyrarum setti punktum fyri seinastu útgávuni av Summarfestivalinum.
Avrikið á Hálsi ta ferðina prógvaði  eins og 33 ár á donsku tindunum hava gjørt tað  at Shu-bi-dua duga nakað, sum hini ikki duga. Frá apríl til sepember er kalendarin framvegis fult bookaður, og her í 2006 standa íallt nærum 80 konsertir á skránni. Var tíðin til tess, kundi talið ivaleyst verið nógv hægri, men sum teir sjálvir siga, so hava teir eisini tørv á fríløtum við síðuna av tónleikinum.
- Vit hava sangirnar, sum fólkið kennir og kann syngja við til. Vit eru í stóran mun ein syngi-við-bólkur. Vit fáa sera góða móttøku allastaðni, har vit koma, og fólk eru altíð klár at liva við í okkara framførslum, sigur Michael Bundesen, sum í dag er einasti upprunalimurin í bólkinum.
- Hinvegin er tað eisini umráðandi fyri okkum sum spæla, at tað er stuttligt, og eftir øll hesi 33 árini er tað framvegis stuttligt. Vit royna altíð at hava eitt show afturat sjálvur tónleikinum, og tað er nakað, sum broytist frá ár til ár.
- Vit skifta eisini út í programminum hjá okkum, so vit spæla ymiskar sangir frá ár til ár. Sjálvsagt eru tað fleiri sangir, sum vit verða noyddir at spæla hvørja ferð, men aðrar sangir kunnu vit skifta ímillum, og tað gera vit.
- Tónleikurin hevur nógv at siga fyri okkum, og vit venja nógv, áðrenn vit fara á konsertferð. Eisini millum framførslurnar venja vit, so at okkara framførslur altíð kunnu verða góðar.

Alt er loyvt
Og góðar eru tær  framførslurnar. Hóast fleiri av løgunum eru fjórðingsøld gomul  summi enntá eldri, so fáa hesi framvegis áhoyrararnar uppfrá. Hvalborg, Fed rock, Den røde tråd, McArine, Vuffeli-vov og enska umsetingin av hesum eru sjálvsagdir klassikarar, sum øll kennast við, og sum øll syngja við uppá, tá løgini ljóma um pallin.
Onkra tíð hava tekstirnir eisini havt atfinningar við sær. Ikki minst Vuffeli-Vov, sum fekk alla reyðsokkarørsluna í Danmark at reisast.
- Í niðurlagnum syngja vit »og kvinder for sjov«, og tað fall fleiri fyri bróstið.
Eisini vóru tað nógv, serliga innan kirkjuna, tá vit sungu at »Jesus blev født på anden sal«, men tað hevur altíð lagað seg eftir eina tíð. Í veruleikanum lá hann eisini í krubbuni á aðru hædd í Magasin, so tað var eingin stór lygn, sigur Bundesen við einum skálkabrosi.
Og teir sleppa eisini gott frá tí mesta. Frá at nevna Hitler og »heil« í fólkavognssanginum og frá at syngja um sexchikanu, slikkipinnar, heimabryggj, kannibalar, fíggjarsvik. Ja sjálvt frá at kopiera reglur úr tjóðsanginum inn í sínar sangir.. Einki er tabu og alt er loyvt, tá Shu-bi-dua fara á pallin við sínum framførslum, ið eru eins nógv show sum tónleikur.

Gleða seg til Føroyar
Hóast teir eisini eru átøkir fólkaogn í Føroyum, so er hetta bara næsta ferðin, at Shu-bi-dua koma á pall í Føroyum. Men Bundesen sjálvur leggur dent á, at hetta avgjørt ikki er orsakað av vantandi hugi til frá teirra síðu. Heldur tvørtur ímóti.
- Vit spæla fyri tað allarmesta í Danmark, so tað er deiligt at sleppa at royna okkurt annað. Tí gleða vit gleða okkum sera nógv til at koma til Føroya at spæla. Tað var fantastiskt at spæla í Føroyum seinast, so vit eru sera spentir til at koma aftur í ár.
- Tað er ikki so ofta, at vit ferðast uttan fyri Danmark við okkara tónleiki, so vit royna altíð at njóta tað, tá vit fara avstað. Vit hava fleiri ferðir spælt fyri dønum uttanlands, millum annað í Australia, USA, Italia og aðrastaðni, og tað hava altíð verið góðar ferðir.
- Seinast vit vóru í Føroyum, spældu vit í eini ítróttarhøll, men hesaferð spæla vit uttandura, og sum eg havi skilt, so verða tað fleiri ferðir so nógv fólk og lurta eftir okkum hesaferð.
- Vit fara at spæla somu sangir, sum vit vanliga spæla í Danmark, tá vit koma til Føroya. Seinast upplivdu vit, at føroyingar kendu allar okkara sangir. Tá vistu vit faktiskt ikki av, at føroyingar kendu okkara tónleik so væl, men tað gjørdu teir. Tað var sera hugaligt at uppliva, og vit ætla at geva føroyingum eina ordans konsert aftur hesaferð.