Danska fólkakirkjan skal víga samkynd

Gongst sum ætlað, kunnu samkynd í Danmark verða vígd í fólkakirkjuni ella á einum ráðhúsi, tá lógin ætlandi kemur í gildi í juni. Tað segði Helle Thorning-Schmidt á sínum regluliga tíðindafundi í dag.

Hon boðaði frá, at stjórnin er liðug við lógaruppskotinum, sum nú verður lagt fyri Fólkatingið.

-Hetta er eitt týðandi stig fyri eitt samfelag, sum viðurkennir, at øll hava rætt til somu virðing, sama hvørji tey eru, og sama hvønn tey elska, segði forsætisráðharrin og legði afturat, at í hennara eygum er lógaruppskotið eitt náttúrligt og rætt stig í einum nútímans Danmark.

Prestarnir í donsku fólkakirkjuni sleppa sjálvir at gera av, um teir vilja víga samkynd í kirkjuni.