Hóast kirkjuskatturin er hækkaður í Danmark, fær Fólkakirkjan ikki endarnar at røkka saman Tað gongur tann øvugta vegin hjá Fólkakirkjuni í Danmark. Tann einfalda myndin av støðuni er, at útreiðslurnar veksa, samstundis sum limatalið minkar. Tað skrivar Politiken í dasg.
Blaðið skrivar, at tað eru ikki prestarnir, guðstænasturnar ella bíbliurnar, sum trýsta kirkjuna í botn fíggjarliga, men heldur ymiskt annað so sum ov stórar lønarútreiðslur til ov nógvar og ov dýrar gravarar, urguleikarar, deknar, kórsangarar og hjálparfólk. Hesar útreiðslurnar eru øktar 50 prosent tey seinastu 20 árini, samtíðis sum limatalið í Fólkakirkjuni er minkað.
Politiken vísir á, at kirkjuskatturin er hækkaður í Danmark hesi árini, men at fíggjarætlanin hjá Fólkakirkjuni hevur hall kortini.