Jan Müller
Holger Lavesen eitur hann. Maðurin, sum onga løtu ivast í, at Føroyar verða eitt av komandi arbeiðsøkjunum hjá Dong. Hann hevur arbeitt hjá Dong síðani 1983. Í dag er hann fyrisitingarligur stjóri í fyritøkuni og hevur hann tí eisini høvuðsábyrgdina av arbeiðinum hjá Dong í Føroyum. Hann hevur vitjað í Føroyum nakrar ferðir og ætlar sær at fylgja væl við komandi leiting. Hann vil eisini fegin vera hjástæddur, tá bólkurin, ið Dong er saman við, The Faroes Partnership, kann siga Føroya fólki, at teir hava rakt við olju í undirgrundini.
Dong funnið olju
Dong er alment partafelag. Danski staturin eigur fyritøkuna, sum í høvuðsheitum virkar í gassvinnuni tvs. hon stendur ma. fyri flutninginum av gassi til donsk húsarhald. Men sohvørt fyritøkan hevur ment seg er hon eisini sjálv farin undir at leita eftir olju umframt at vera partur í samtøkum, sum longu útvinna olju á danska landgrunninum. Herfyri kundi stjórin fyri leitingini hjá Dong, Søren Gath Hansen errin boða sínum arbeiðsgevara, statinum og danska fólkinum frá, at Dong hevði rakt við olju í danska partinum av Norðsjónum. Eftir at hava gjørt nakrar boringar við leitipallinum Ensco 70 í Niniøkinum 240 kilometrar vestan fyri Esbjerg varð rakt við olju á einum øki, har olja ikki er funnin áður. Staðið er eisini tað, sum liggur næst Danmark, tá hugsað verður um gjørd oljufund.
? Hetta fundið hevur alstóran týdning fyri Dong, tí hetta er ein sveinaroynd. Nú verður lættari hjá Dong at blíva operatørur í øðrum økjum sigur Søren Gath Hansen, leitistjóri við Sosialin. Enn er ov tíðliga at siga, um hetta fyrsta fundið hjá Dong sum operatøri er stórt nokk til at byggja út til veruliga framleiðslu.
Tað er tí heldur einki at siga til, at Holger Lavesen, stjóri er fegin, nú Dong fyri fyrstu ferð sjálvt hevur megnað at finna olju. Og hann kann tí heldur ikki lata vera við at vísa til komandi leiting við Føroyar. ? Vit hava sera góðar vónir til føroyska økið. Hetta byggja vit ikki minst á fundini hinumegin markið.
Dong er sera væl nøgt við lisensin teir hava fingið við Føroyar. Teir trúgva, at her eru møguleikar at finna olju. Teir søktu uppá eitt breiðari øki men eru nøgdir við tað teir hava fingið. Uppá fyrispurning nær ein møgulig framleiðsla kann byrja við Føroyar gitar Holger Lavesen, at tað verður um eini 3 til 5 ár.
Holger Lavesen heldur tað hevði verið skilagott, um tað bar til, at oljufeløgini skiftust um at brúka ein boripall, so alt virksemi ikki kemur samstundis. Tað hevði verið tað besta fyri Føroyar, um borivirksemi varð spjatt yvir eitt ávíst tíðarskeið. Tí vónar hann, at feløgini kunnu leiga ein boripall saman. Hann hevur annars bert gott at siga um samstarvið við føroyskar myndugleikar.
Mærsk Olie og Gas
Meðan hitt stóra danska oljufelagið, Mærsk Olie og Gas arbeiðir nógva staðni úti í heimi, so er Dong enn bert virkið innan fyri Ríkisfelagsskapin, tvs. í danska partinum av Norðsjónum, í Grønlandi og í Føroyum. Felagið royndi seg í Litauen nøkur ár herfyri men tók seg aftur. Holger Lavesen sigur, at teir fyribils fara at halda seg innan fyri ríkið men teir hyggja so eisini út um ríkismark.
Dong hevur í dag eitt sera gott samarbeiði við Amerada Hess í Danmark. Holger Lavesen dámar sera væl at arbeiða undir Amerada Hess sum operatøri, tí felagið tekur samstarvsfeløgini við í sjálvt arbeiðið. Tí kenna teir seg eisini væl at vera í bólki saman við Amerada Hess í Føroyum. Hann heldur tað var spell, at Norsk Hydro fór úr bólkinum, men British Gas, sum er komið ístaðin, er eisini eitt sera seriøst og gott oljufelag at arbeiða saman við.
Holger Lavesen sigur, at møguleiki er fyri, at teir sum bólkur eisini fara at søkja um lisens í bretskum øki saman við Amerada Hess, ið er við í fleiri teigum har, og tí hevur rættiliga nógvar royndir at byggja á. Bretska økið er eisini partur av samstarvinum millum feløgini í bólkinum. Spurningurin er bara, nær bretar fara at lata upp fyri 19. umfarinum, sum eftir ætlanini skal fevna um leiðirnar á Atlantsmótinum.
Holger Lavesen vil ikki gera viðmerkingar til, hví hitt danska oljfelagið Mærsk Olie og Gas ikki er við í Føroyum. Hann ásannar tó, at tað hevði verið hugaligt við tveimum donskum feløgum á Føroyaøkinum. Men tá Mærsk ikki hevur valt at vera við í hesum umfarinum, má tað vera tí, at teir hava orsøkir til tað.
Føroyskt Dong?
Vit spurdu stjóran í Dong, sum í dag er 100% ogn hjá danska statinum, um ikki føroyingar eisini áttu at brúkt sama modell við einum almennum føroyskum Dong?
Hann er ikki serliga fegin um at svara tí spurninginum, tí, sum hann málber seg, tað eru føroysku politikararnir, sum mugu gera hetta av.
? Men er tað ikki eitt gott tiltak í Danmark umframt at hava eitt privat oljufelag sum Mærsk Olie og Gas eisini at hava eitt alment oljufelag sum Dong?
? Um tað er eitt gott ella vánligt hugskot! Man kann í hvussu er siga, at tað virkar væl. Men eg vil treyðugt siga, hvørja skipan føroyingar skulu hava. Eg kann bert siga, at skipanin í Danmark við Dong hevur sera stóra politiska undirtøku.