Danska Dong mennir virksemi við Føroyar

Dong kemur inn og ConocoPhillips fer út úr loyvum á føroyskum og bretskum øki

Oljuleiting


Danska oljufelagið Dong gerst alsamt meira virkið á føroyska landgrunninum og á bretskum øki vestan fyri Hetland. Tað er ikki so langt síðani, at DONG tók yvir partin hjá ConocoPhillips í 9 ára loyvinum 006 á føroyskum øki, har Statoil er fyristøðufelag. Nú hevur Dong so gjørt tað aftur. Felagið hevur yvirtikið partin hjá ConocoPhillips í 6-áraloyvinum á landgrunninum, har Staoil eisini er fyristøðufelag. Talan er um heili 30% í loyvinum, har ein brunnur skal borast aftrat frá 1. útbjóðingarrundu. Frammanundan er Dong eisini partur av 6-áraloyvinum 001, har Amerada Hess er fyristøðufelag og skal til at bora ein brunn aftrat.

Men tað er ikki bert í føroyskum øki á Atlantsmótinum at danska Dong økir um sítt virksemi. Eisini hinumegin markið hevur Dong gjørt avtalur um at yvirtaka partar av loyvum, og her er seljarin eisini ConocoPhillps, sum tykist meira og minni at taka seg heilt út úr oljuleiting á Atlantsmótinum. Phillips var annars eitt av teimum mest virknu feløgunum, tá forkanningar vórðu gjørdar á føroyska landgrunninum í 90-unum.

Talan er um trý loyvi á bretska landgrunninum vestan fyri Hetland. Mest áhugaverd er yvirtøkan av partinum hjá ConocoPhillips í Laggangassfeltinum. Her hevur Dong nú 20%. Aftrat hesum hevur Dong keypt seg inn í tveir aðrar gasslisensir, annar við 22,5% og hin við 5,66%. Sum partur av avtaluni millum tey bæði feløgini, hevur ConocoPhillips so keypt 10% av einum loyvi hjá Dong í norskum øki.

Mest áhugavert er keypið av partinum í Laggangassfeltinum, har vónirnar til eina stóra gassútbygging eru stórar, eftir at ein avmarkingarbrunnur er boraður og sær sera positivur út.

Við hesum keypum er Dong nú við í rættiliga nógvum loyvum báðumegin markið. Felagið er við í brunninum Cambo, sum júst er boraður, og sum tykist vera eitt lønandi fund. Tað er beint við føroyska markið. Og felagið er so eisini við í Bedlingtonbrunninum, eisini nær markið, sum verður boraður í august.

Tað er einki dulsmál, at Dong eftir hesi keyp av lisensum, er tað felagið, sum er við í flest loyvum á Atlantsmótinum.

Og tað fær leiti- og framleiðslustjóran í Dong, Søren Gath Hansen, at siga, at hetta stóra økið er eitt tað mest lovandi í Norðureuropa, tá talan er um at finna olju og gass. Hann sigur, at umframt Lagganbrunnin, sum júst er boraður, verður Dong helst við í trimum leiti- og avmarkingarbrunnum í hesum økinum í ár.

-Fundini fara at vera eitt sera gott íkast til okkara framtíðar gassframleiðslu men fara so eisini at tørva nýggjan viðgerðarútbúnað og rørleiðingar. Talan er sostatt um eina langtíðar íløgu. Framleiðsla frá hesum feltum byrjar um eini fimm til tíggju ár sigur Søren Gath Hansen.

At Dong verður meira virkið á Atlantsmótinum merkir so eisini, at stóra oljufeløgið ConocoPhilllips er við at taka seg úr hesum leitiøkinum. Tað ljóðar, at felagið heldur vil gera íløgur aðrastaðani, at hetta hóskar betur inn í arbeiðsprogrammini hjá felagnum. Við undirskrivingini av hesum pakkanum við Dong er ConocoPhillips í veruleikanum heilt úti av føroyska landgrunninum.