Danska arbeiðsloysið minkað eitt vet

Um mánaðarskiftið november-desember vóru 163.000 fólk í Danmark arbeiðsleys ella 600 færri enn ein mánað frammanundan. Arbeiðsloysið var 6,2 prosent ella tað sama sum teir tríggjar mánaðirnar frammanundan.

Danska hagstovan sigur, at síðani februar í 2010 hevur arbeiðsloysið ligið millum 6,0 og 6,4 prosent.

Tað kemur eitt sindur óvart á búskaparfrøðingarnar, at arbeiðsloysið er minkað, men teir leggja tó afturat, at tann jaliga gongdin verður tíverri ikki varandi.