Danska andstøðan fær støðugt størri og størri undirtøku millum veljararnar, og tað tulka serfrøðingar sum eina staðfesting av, at andstøðan hevur vunnið kjakið í seinastuni um eitt nú búskaparligar bjargingar.
Ein nýggj kanning, sum danska kringvarpið hevur latið gera, vísir, at hevði fólkatingsval verið í dag, høvdu andstøðuflokkarnir fingið 55 prosent av atkvøðunum, meðan teir tríggir flokkarnir aftan fyri stjórnina og Liberal Alliance høvdu fingið 44,4 prosent.
Eitt tílíkt úrslit hevði givið andstøðuni 97 tinglimir og teimum borgarligu flokkunum 78.
Kanningin hjá DR vísir, at Sosialdemokratarnir høvdu verið størsti flokkur og hevði fingið 29,3 prosent av atkvøðunum, hevði val verið nú.
Fólkatingið fór í summarfrí í gjárkvøldið, og politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at frítíðin kemur stjórnini væl við.