Dansisýning fyri børnum í Norðurlandahúsinum 13. og 14.mai

Danski dansibólkurin Åben Dans framførir barnasýningina ?Arme og Ben ? og noget ind emellem? í Norðurlandahúsinum týsdagin 13. mai kl 17.30. Harafturat fer bólkurin at hava skúlasýningar týsdagin 13. mai kl 12.30 og mikudagin 14. mai kl. 10.30 og 12.30.

Vitjanin hjá Åben Dans er partur av 25 ára hátíðarhaldinum hjá Norðurlandahúsinum. Bólkurin hevur framført ?Arme og Ben? bæði í Danmark og í útlondunum tey seinastu tvey árini. Soleiðis mynda teir sýningina:

 

Arme og Ben ? og noget ind emellem

Ein skemtilig dansisýning um likamið og við kroppinum

? til børn og tey vaksnu

Tveir menn við hvør sínum kroppi ferðast við undran, skemtilyndi og álvara inn í ein heim, har alt er í broyting. Eitt stað har røddin verður tónleikur og har armar og bein verða til alt møguligt, sum vit ikki hildu, at tey vóru.

Børn í aldrinum 9 ? 12 ár byrja at gerast flov um sítt egna likam. Føturnar verða stórir, armarnir langir og bróstini bølgna. Kanska líkist likamið tað hjá vinunum. Kanska ikki. Men tað veksur ? og hvat blívur tað til?

Kroppurin er fullur í spurningum og tabuum. Kroppurin er, í heila tikið, so løgin.

Okkurt er millum armar og bein: Hvat?

 

Málbólkurin er børn millum 9 og 12.

Børn saman við vaksnum skulu vera í minsta lagi 6 ár.

 

Leiklongdin er 45 minuttir.

Atgongumerki kosta 80 kr, men skúlasýningarnar eru ókeypis.

Skúlabólkar kunnu tekna seg á hedvig@nlh.fo og upplýsa talið av næmingum og lærarum, navn á skúlanum og navn og tlf.nr. á kontaktlæraranum. Norðurlandahúsið sigur frá, at pláss framvegis er til sýningarnar 13. mai og seinna sýningina 14. mai.