Tiltak
Flestu okkara kenna góðu og gomlu slagararnar hjá Eyðuni Nolsøe og Terja Rasmussen, sum hava fingið fólk at svinga, dansa og syngja við í fleiri enn 20 ár.
Stóra dansitiltakið á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu plagar rættiliga at savna fólk, og lítið er at ivast í, at tiltakið hesaferð, sum verður leygarkvøldið 25. oktober, fer at fáa eins stóra undirtøku og undanfarin ár.
Í øllum førum hava tey, sum skipa fyri mentanarvikuni, lagt seg í seðlan og hava fingið kend nøvn at framføra og undirhalda.
- Við bólkum sum Eyðun & Terja og Faktor 4 við Jens Marna kundu fortreytirnar ikki verið betri til eitt dansandi stuttligt kvøld í Runavík, sum bjartskygdu fyrireikararnir taka til.
Stóra dansitiltakið í Ítróttarhøllini er líka sum endabresturin á mentanarvikuni, har borðreitt annars verður við mongum ymiskum mentanarligum tiltøkum kring um í kommununi.
- Eftir eina rúgvu av listaframsýningum, konsertum og øðrum framsýningum, kunnu ung og vaksin gleða seg til hetta stóra og afturvendandi dansi-og undirhaldstiltak.
Fyrireikararnir siga, at dansitiltakið í Ítróttarhøllini byrjar á midnátt leygarkvøldið 25. oktober og endar klokkan 04 á morgni. Atgongumerki, sum fáast við dyrnar, kosta 180 krónur.