Dansikvøld í Margarinfabrikini

Leygarkvøldið 2. februar frá kl. 19-22 verður dansikvøld fyri øll børn í Føroyum 3. - 7. flokk í Margarinfabrikkini í Havn.

Ymiskt stuttligt undirhald verður alt kvøldið. Vit fara at dansa stoppdans, ballóndans, limbo og mangt annað.

Dj Olli 2006 fer at spæla feitan tónleik, og genturnar hjá Meylu koma at framføra.

Gestalærarin Sebastian kemur eisini at læra børnini ymiskar dansir, so tað er bara at koma oman til eitt super stuttligt dansikvøld, sigur Margarinfabrikkin í tíðindaskrivi.