Dansifrøi í hásæti í kvøld

Suðruroyingar skipa í kvøld fyri stórdansi í Havn, har tveir vælkendir dansibólkar fara á pall.

Hølini hjá Dansifrøi í Gundadali eru í kvøld karmur um eitt kvøld við góðum dansi, tá FC Suðuroy skipar fyri stórdansi.

 

Hans Jacob og Vinmenn og Spaðar 5 fara á pall, og báðir bólkarnir eru kendir fyri at leika framúr dansivinarligan tónleik, um enn skráin ymisk. Annar bólkurin er úr Suðuroynni, og hin av Streymoynni, norðanfyri Havnina, so væl er blandað í allar mátar.

 

Drigið verður millum atgongumerkini og vinningurin er ein veðrur. 

 

Byrjað verður klokan 23 og tað sigst, at um vikuskiftið hugna eini 90 suðuroyingar sær á gistingarhúsi við Oyggjarvegin í Havn, so so umframt onnur dansglað fólk, so verða oivað nógvir dansiglaðir suðuroyingar í Gundadali í kvøld.