Dansifrøi søkti longu fyri fleiri árum síðani um øki og loyvi til at gera ein felagsbygning til felagið og Fimleikafelagið Ljósið, sum tá var við í byggiætlanunum. Ljósið tók seg tó úr samstarvinum nakað seinni, men Dansifrøi hevur seinastu tvey árini arbeitt víðari við málinum einsamalt.
Byggjast í ítróttarøki
Bygningurin, ið Dansifrøi hevur ætlanir um at byggja, hevur eina gólvvídd, sum er 840 fermetrar. Staðið, ið byggjast skal á, liggur millum Gundadalshøllina og Høllina á Hálsi.
Byggi- og býarskipanarnevndin hjá Tórshavnar Kommunu samtykti í november mánað í fjør at góðkenna verkætlanina og at ganga umsóknini um byggiloyvi á møti.
Dansifrøi hevur eisini søkt Tórshavnar Kommunu um fíggjarligan stuðul til byggingina, sum væntandi fer at kosta umleið 9,5 milliónir krónur. Vanligt hevur verið, at kommunan hevur stuðlað við 30 prosentum av byggikostnaðinum, og landið hevur gjørt tað sama. Men av tí at landið ikki longur stuðlar slíkum byggingum, søkti Dansifrøi um, at stuðul frá kommununi bleiv 60 prosent ístaðin fyri tey vanligu 30 prosentini.
Hesum hava bæði mentamálanevndin og fíggjarnevndin hjá Tórshavnar Kommunu tikið undir, og tí er væntandi, at býráðið í kvøld endaliga samtykkir stuðulin, sum tí verður upp á umleið 5,7 milliónir krónur.