Kom og dansa. Soleiðis ljóðar áheitanin frá Marilyn Danielsen, dansilærara, sum í hesum døgum bjóðar út dansiskeið í Havn.
Marilyn sigur, at hon hevur fingið óteljandi fyrispurningar um at skipa fyri dansiskeiðum.
Tíðin er nú búgvin til at endurstovna felagið "Kom og Dansa", sum hevur verið óvirkið í mong ár, sigur Marilyn, sum í fyrsta umfari ætlar sær at bjóða vikuskiftisskeið í Rockn roll Swing, og til hetta endamálið hevur hon leiga seg inn í fimleikarhøllina hjá Føroya Læraraskúla.
Um undirtøkan loyvir tí, fara vit at halda fram við ymsum grundskeiðum, millum annað í Tango, Linedans og Salsa, greiðir Marilyn frá.
Ungdómsdansur
Umframt vikuskiftisskeiðini hevur Marilyn ætlanir um at skipa fyri dansiskeiðum fyri ungdóminum, so gentur og dreingir kunnu hugna sær saman, í einum rúsfríum umhvørvi. Í hesum sambandi ætlar hon at seta seg í samband við Losjuna í Havn at fáa í lag samstarv við tey, so gamla siðvenjan at bjóða ungdóminum at dansa í einum rúsfríum umhvørvi, kann verða tikin upp aftur í Losjuumhvørvinum.
Barnadansur
Vit skulu nøkur ár aftur í tíðina, fyri at uppliva, at dansiskúlar við matrósaklæðum, struttskjúrtum og avdansingarveitslum, vóru ein natúrligur partur av barnalívinum.
Í besta retrostíli streyma bæði børn og vaksin til dansiskúlarnar í grannalondunum, og væntar Marilyn eisini, at vit føroyingar fara at fylgja tropp á hesum økinum. Tí hevur hon eisini ætlanir um at seta á stovn dansiskúla fyri børnum, har tey kunnu læra at dansa ein galantan vals.
Norskur felagsskapurin
"Kom og dansa" er upprunaliga norskur dansifelagsskapur, við deildum í øllum noðurlondum. Seinast í 80inum var "Kom og Dansa" í Føroyum og helt dansiskeið fyri nógvum føroyingum, og var tað eisini í hesum sambandi at Marilyn tók sína dansilæraraútbúgving. Til 1992 helt hon fleiri skeið í Føroyum, har hundratals dansiglaðir føroyingar luttóku. Síðani flutti hon niður til Danmarkar, har hon eisini hevur undirvíst og lært víðari innan dansiundirvísing.