Í hesum døgum hevur Dansistovugaman, ið hevur limir í norðaru helvt í Suðuroynni, vitjan av Vissenbjerg Square Dance Partners úr Danmark. Tey komu sunnukvøldið 5. juli og verða eina viku í Føroyum.
Sambandið millum feløgini er komið í lag, tí at í felagnum hjá teimum er ein tvørakona, og vóru tvørafólk og vitjaðu tey í fjør summar. Tey vórðu víst runt á Fjóni og m.a. vóru tey og vitjaðu Egeskov slot, har eisini varð dansað.
Nú vilja tey í Dansistovugaman sýna teimum blíðskap og vísa teimum Suðuroynna.
Sum navnið sigur, so dansa tey »square dance«, sum er amerikanskur fólkadansur, sprottin úr írskum og skotskum fólkadansi. Dansurin er skipaður á tann hátt, at ein »caller«, skipari ella rópari, stýrir, t.v.s. rópar, hvussu tey skulu dansa.
Í sambandi við vitjanina er ætlanin at hava tvær al-mennar framførslur, eina á Tvøroyri tórskvøldið 9. juli kl. 19.30 í Tvøroyrar Klubba og eina í Norðurlandahúsinum sunnudagin 12. juli kl. 16. Atgongumerkini á 30 kr. fáast við dyrnar.