DansiEksperimentið 2024 í Norðurlandahúsinum

Hvørt ár savnast áleið 50 ungdómar í eina viku við tí endamáli at menna sínar dansiførleikar og vitan um dansilistina.

 

Harafturat mennast tey persónliga og sosialt, og fáa eitt stórt, listarligt netverk.

 

Verkætlanin savnar føroyskar og útlendskar yrkisdansarar og -koreografar, umframt ágrýtnar, ungar áhugadansarar, og soleiðis er DansiEksperimentið fyri øll.

 

Saman eru øll hesi ungu við at pallseta eina yrkisliga dansiframførslu, ið hevur nógv ymiskt at bjóða áskoðaranum. Hvørt ár er møguligt at fáa innlit í alskyns dansistílar og hugløg.

Í ár hevur Dansieksperimentið eisini gjørt eitt samstarv við listabólkin RAMMATIK v/ Marionnu Mørkøre og Rannvá Káradóttir, sum fara sýna fram ein nýggjan dansifilm, sum Jens L. Thomsen hevur gjørt tónleik til.

Í ár vera almennu framførslurnar mikudagin 24. juli kl. 17:30 og kl. 20:00 í Norðurlandahúsinum. Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá NLH.fo Til ber at lesa meira um DansiEksperimentið á heimasíðuni www.dansieksperimentid.fo, umframt á Facebook (DansiEksperimentið) og Instagram (@dansieksperimentid). Stuðlað verkætlanini hava: Almanna- og Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Mentanargrunnur Landsins, Burn Fitness og Dansifrøi