Dansibandsfestivalurin er í hæddini og m.a. er serstøk gudstænasta á skránni í dag.
Í fjør hevði Theodor E. D. Olsen, prestur, dansibandsguðstænastuna, men honum barst frá í ár.
Men í hansara stað hava vit fingið Sverra Steinhólm, prest - og gleða vit okkum til Dansibandsgudstænastu við Sverra Steinhólm leygardagin kl. 15.30, skriva fyrireikararnir á facebook-vanganum hjá festivalinum.
Víðari verður sagt:
Sum nevnt, so verður Dansibands-gudstænastan í ávísan mun sum ein vanlig gudstænasta, men sangurin verður bæði dansibandstónleikur og sálmasangur. Dansibandstónarnir verða útgangsstøðið fyri prædikuna, sum Sverri Steinhólm, prestur, fer at halda.
Eins og í fjør verður gudstænastan inni í stóra teltinum, sum er sett upp inni í Vágs Høll. Og tað er leygardagin 7. mai kl. 15.30