Korona-farsóttin legði festival árið 2020 lamið kring allan heim, eisini her í Føroyum. Millum festivalarnir, sum vórðu avlýstir, var eisini Dansibandsfestivalurin í Vági, men nú er greitt, at Dansibandsfestivalur verður aftur í Vági í summar.
Hesum boða fyrireikararnir frá á sudurras.fo.
Men júst hvat er á skránni, ella hvussu Dansibandfestivalurin 2021 verður hildin, fæst ikki at vita um enn. men tó lovað fyrireikararir at kunna nærri, innan ov leingi.
Fyrireikararnir skriva á facebook síðuni – Dansibandsfestivalur í Vági – at tað í næstum verður nýtt at frætta um, nær Dansibandsfestivalurin verður, og hvussu festivalurin verður skipaður í ár.