Barrack og Michelle Obama vóru í ikki færri enn tíggju veitslum aftan á innsetanina í gjár Nýggju forsetahjúnini í USA vóru troytt, tá tey loksins sluppu til songar í nátt. Í sambandi við forsetainnsetanina vóru Barrack og Michelle Obama í ikki færri enn tíggju veitslum ella tiltøkum, og alt endaði við dansi, sum vardi til songartíð.
Tað vóru ikki bara forsetahjúnini, aðrir politikarar og embætisfólk, sum hátíðarhildu forsetaskiftið. Tað gjørdu nógvir amerikanarar eisini í nátt.
Fráfarni forsetin, George W. Bush, kom aftur til Texas í gjárkvøldið. Fleiri fólk vóru komin at taka ímóti honum og konuni Lauru. Í einari stuttari røðu bað Bush amerikanararnar biðja fyri, at tann nýggi forsetin skal hava eydnuna við sær.