Dansa á Seglloftinum

Í dag byrjar eitt dansiskeið á Seglloftinum á Tvøroyri, har suðuroyingar fáa møguleikan at læra linedans og standarddans.

 

Dansiskeiðini, sum verða hildin á Seglloftinum, eru sera vælumtókt millum suðuroyingar. Undirvíst verður í foxtrot, quickstep, rock’n roll, valsi, linedansi og øðrum lættum dansum.

Tað er Anna Kirstin Thomsen, sum undirvísir, og hevur hon gjørt tað í mong ár.

Dansiskeiði byrjar í kvøld, og skráin sær soleiðis út.

 

Kl. 17.30 – 18.30: Linedansur fyri nýbyrjarar

 

Kl. 18.45 – 19.45: Standarddansur fyri nýbyrjarar

 

Kl. 20.00 – 21.00: Linedansur fyri vandir dansarar

 

Kl. 21.15 – 22.15: Standarddansur fyri vandir dansarar

 

Hetta skriva fyrireikarar á Facebook. Til ber at lesa meira um dansin á hesari Facebook síðuni:

www.facebook.com