Byrjað verður við einum borðhaldi, og so verður farið upp á gólv. Eftir føroyska dansin verður skift millum gamlamanna dans og føroyskan. Húsið í Skálavík er so avbera væl egnað til tílíkt tiltak, tí serstakt høli er til føroyskan dans. Samstundis ber væl til at hava annan dans í stóra salinum. Ikki hoyrist ímillum, so einki er í vegin fyri, at øll áhugaði kunnu velja og vraka sum teimum hugar. Borðreitt verður við kaffi/te og køkum alla náttina, so tey tystandi og svongu kunnu fáa sær styrk.
Bussar koyra úr øllum bygdum til Skálavíkar. Dansað verður til kl. 03.00, tá ið bussarnir standa klárir at koyra tey troyttu dansifólkini upp á pláss aftur.
Atgonumerki fáast í kioskunum í Sandoynni, og kostnaðurin fyri kvøldið er 100 kr.