Fríggjadagin 27. apríl kl. 20:00 verður konsert í Løkshøll við Danny & The Veetos og Leu Kampmann. Konsertin er í samband við Mentanarvikuna í Runavík, sum er hesa vikuna.
Lea Kampmann leggur fyrst fyri, og síðani trína Danny & The Veetos á pallin. Lea Kampmann var tilnevnd til ársins songkvinnu og ársins einstakling til FMA í 2018, umframt at hon vann heiðurin sum ársins útgáva, við útgávu sínari Common Blue. Lea Kampmann framførir vakran, dreymakendan, inniligan tónleik, ið manir fram leitandi tónar í eina fullfíggjaða ljóðmynd.
Og frá tí inniliga, verður Løkshøll flutt tann meira ekspressiva, glaða, og sera vælsvingandi popptónleikin hjá Danny & the Veetos. Hvørt mannsbarn man kenna fyrsta orðið og stemma í, tá ‘allright’ rungar úr lurtitólinum, og hareftir murra til Føroya kendastu trompetsolo. Bólkurin kom buldrandi inn á føroyska tónleikapallin fyri fáum árum síðani, og hevur síðan framleitt eina landaplágu fyri, og aðra eftir.
Til Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu verða limirnir í bólkinum heintaðir inn úr ymsum herðashornum, og møguleiki verður tí at hoyra Danny & the Veetos í sterkastu útgávu.
Atgongumerki til konsertina á einans kr. 200,- eru at fáa á www.loksholl.fo