Dannebrog-menn ákærdir fyri neyðtøku

Tveir av manningini á kongaskipinum Dannebrog eru í dag í rættinum í Nuuk í Grønlandi, tí teir eru ákærdir fyri at hava neyðtikið eina grønlendska kvinnu, tá teir vóru við kongaskipinum í Grønlandi seinasta summar. Menninir eru 24 ára gamlir og gjørdu herskyldu umborð á Dannebrog.

Ekstrablaðið veit at siga, at teir báðir menninir sluppu í land í Nuuk at hugna sær tann 18. juli. Á einum vertshúsi komu teir í samband við eina kvinnu. Sambært ákæruritinum togaðu teir kvinnuna aftur um eina bingju, har báðir neyðtóku hana. Aftaná rýmdu teir og lótu kvinnuna liggja, skrivar blaðið og vísir til ákæruritið.

Teir báðir menninir hava noktað seg sekar í neyðtøku Teir viðganga, at teir høvdu samlegu við kvinnuni, men siga, at kvinnan gekk sjálvboðin við til tað.

Dómur fellur møguliga seinni í dag.