Dann skrivað nýggjan sáttmála við barndómsfelagið

07 Vestur og Dann Fróðason hava longt sáttmálan, og ungi verjuleikarin heldur sostatt fram í barndómsfelagnum komandi tvey árini.

 

07 Vestur skrivar soleiðis á heimasíðuni: 

 

Sandavágsmaðurin fekk fyrsta dystin á besta liði okkara heilt afturi í 2016, tá hann, bert 16 ár og 2 mánaðir gamal, kom á vøllin fyri Gunleif Magnusarson í 3-1 heimasigrinum á B71. Tilsamans eru tað blivnir til 105 dystir fyri besta lið okkara, 56 í Betri Deildini, 54 í 1. deild umframt fimm í  steypakappingini, og 9 mál.

 

Dann hevur eisini verið á fleiri av ungdómslandsliðunum, seinast á U21-landsliðinum í summar, har hann fekk fullan dyst móti Armenia. Dann var eisini lyklaleikari á U17-landsliðinum í 2017, ið framdi bragdið at leika seg til EM-endaspælið.

 

Komandi árini verður Dann so eisini við á besta liði okkara, har hann hevur verið ein av stuðulsleikarunum, hóast ungan aldur. Og vit gleða okkum til framhaldið.