Mikudagin boðaði Danmarks Radio frá, hvussu broytta framtíðin hjá stóra danska public service stovninum sær út.
Fráboðaða ætlanin ber í sær, at 55-65 fólk skulu sigast úr starvi, og at stovnurin fer at leggja størri dent á børn og ung, mentan, tíðindi og aktualitet. Tað verður serliga innan stuðulfunktiónir og umsiting, at skerjingarnar fara at merkjast, boðaði Maria Rørbye Rønn, aðalstjóri í Danmarks Radio frá.
Á tíðindaøkinum verðar eini 6-8 strørv niðurløgd. DR fer at leggja færri tíðindi á internetið, greiddi tíðindastjórin Sandy French frá. Samstundis skal størri dentur leggjast á evnini hjá DR at miðla ljóða og myndir.









