Veruleikasjónvarpssendingin Stormslag um tungmálmsbólkin av Amager Stormslag, ið DR2 sendur í løtuni, er eitt brot á, tí í Føroyumso nógv umrøddu, rasismuparagraffina. Hetta halda bæði løgfrøðingar, katólska kirkjan í Danmark og hyggjarafelagskapurin KLF, Kirke og Samfund, skrivar Kristeligt Dagblad.
Hóast hetta ætlar Danmarks Radio ikki at taka sendingina av skránni, og støðin kann tí verða meldað fyri brot á rasismuparagaffina. Sendingin fylgir gerandisdegnum hjá einum flokki av margháttligum ungum tungmálmstónleikarum. Teir hava saman bólkin Stormslag, sum spælir myrkan og larmandi tungmálm. Í venjingarhølinum hjá bólkinum, ið eru skrýdd við alskins satanistiskum teknum, stendur við stórum reyðum stavum DRÆB DE KRISTNE. Tað eru hesi orð, ið hava fingið hyggjarafelagskapin KLF, Kirke og Samfund at mótmæla beinleiðis hjá stjóranum í Danmarks Radio Kenneth Plummer, skrivar Kristeligt Dagblad.
Blaðið hevur tosað við fleiri løgfrøðingar, og hesir meta talan vera um eitt greitt brot á rasismuparagraffina, ið m.a sigur, at tú ikki mást happa ella gera mismun á fólki orsakað av teirra trúgv. Lars Peter Melchiorsen landsformaður í KLF, Kirke & Medier sigur við Kristelig Dagblad, at sendingin er eitt brot á paragraff 5 í viðtøkunum fyri Danmarks Radio, har stendur, at sendingar mugu ikki á nakran hátt skunda undir hatur orsakað av rasu, kyni, átrúna, nationaliteti ella kynsligari sannføring. Orðini "Dræb de kristne" eru ein beinleiðis áheitan.
Eisini katólska kirkjan hevur mótmælt sendingini hjá leiðsluni í DR. Í sendingini skála limirnir í Stormslag fyri at pávin er deyður. Biskoppurin í katólsku kirkjuni í Danmark skrivar m.a., at hann ikki vil seta spurnartekin við talufrælsið, men at sárandi innsløg ímóti átrúnaði sjálvdan hava nakran neyðugan boðskap, men bert gera at nógv fólk verða ill ella kedd.
Danmarks Radio ætlar sær tó ikki í skrivandi løtu at taka sendingina av skránni. Hon verður send í kvøld kl. 20.50. Mikael Bertelsen, ið hevur verið framleiðslustjóri á sendingini, vísir á, at hetta er ein heilt vanlig dokumentarsending, og DR hevur ikki vilja fari inn og biðið tónleikararnar broytt sín atburð. Graffitiið á vegginum var har frammanundan, og filmliðið fór ikki at mála út yvir tað, tí hetta hevði broytt umhvørvið. Hann sigur somuleiðis, at tungmálmsbólkar altíð hava spælt við satanismu, og at í Danmark hevur man ongantíð upplivað, at hetta hevur ført til verulig álop.
Kristelig Dagblad hevur ikki fingið fatur í stjóranum í Danmarks Radio Kenneth Plummer.