Danmark vil ikki hava Guantanamo-fangar

Danmark fer ikki at taka ímóti fangum úr Guantanamo, nú amerikanska stjórnin hevur gjørt at niðurleggja fangaleguna Tað hevur ljóðað, at Danmark kanska skuldi taka ímóti nøkrum av fangunum í Guantanamo-leguni, men danski verjumálaráðharrin, Søren Gade, sló fast í gjárkvøldið, at so verður ikki.

-Vit fara ikki at taka nakrar fangar úr Guantanamo. Vit ásanna trupulleikan, men vit halda tað ikki vera ein trupulleika, sum vit eiga at loysa, segði ráðharrin, tá hann kom aftur av trygdarráðstevnu í Týsklandi.

Amerikanski varaforsetin, Joe Biden, bað leygardagin onnur lond taka ímóti fangum, sum nú eru í Guantanamo-leguni. Ætlandi skal legan niðurleggjast um eitt ár.