Danmark vil hava Norðpólin

Danmark ella rættari sagt tað danska kongaríkið fer at krevja ræðisrætt yvir fimm økjum við Føroyar og Grønland. Tað stendur í einum skjali, sum ikki er alment enn, tí tað er ikki endaliga orðað, skrivar Information.

Tað, sum hevur vakt ans, er, at økið við Norðpólin er eitt av teimum fimm, sum ríkið vil hava ræðið á, og at Danmark fer at leggja tað kravið fyri ST í seinasta lagi í 2014.

Sambært Information eru ikki serliga góð sannlíkindi fyri at finna nakað nevnivert av olju ella gassi undir pólinum. Harafturat er tað ein vansi, at dýpið er oman fyri 4.000 metrar.