Danmark verður álopið næstu ferð

Verða teir donsku hermenninir ikki tiknir úr Irak, er Danmark tað næsta landið, sum kann vænta eitt yvirgangsálop, sigur ein bólkur hjá al-Qaeda.

Yvirgangur

Fyri aðru ferð í átta dagar verður Danmark nú ávarað um eina møguliga yvirgangsatsókn. Tann fyrra ávaringin kom sama dag, sum bumburnar brustu í London, og í gjár kom aftur ein ávaring.
-Hetta er ein ávaring til øll evropeisk lond, men fyrst og fremst Danmark, sum framvegis hava hermenn í muslimskum londum. Eingin skal kenna seg tryggan í londum tykkara, so leingi tykkara hermenn og drápsmenn eru í muslimskum londum, stendur í ávaringini, sum er frá bólkinum Abu Hafs al-Masri Brigades.
Hesin bólkurin er ein partur av al-Qaeda, og tað var hann, sum játtaði at hava skipað fyri bumbuatsóknini í Madrid tann 11. mars í fjør. Bólkurin takkar samstundis Allah fyri góða hjálp í sambandi við atsóknina í London í síðstu viku.
Amerikanski yvirgangsserfrøðingurin Rita Katz segði við Jyllandspostin í gjár, ávaringin skal neyvan takast í fullum álvara. Hon heldur ikki, at bólkurin er ein hóttan ímóti Danmark og vísir á, at Abu Hafs al-Masri Brigades hevur átikið sær ábyrgdina av næstan øllum yvirgangsatsóknum kring heimin hetta seinasta árið.
-Hinvegin er tað vert at leggja merki til, at Danmark nú verður nevnt fleiri ferðir sum álopsmál, og tað kann hava við sær, at víðgongdir persónar fara at fyrireika eina atsókn, tí teir halda, at Al-Qaeda hevur vælsignað og góðkent tað, sigur Rita Katz við Jyllandspostin.