Danmark ávarar sínar borgarar í Bangkok

Uttanríkisráðið í Keypmannahavn ávarar nú danskar ríkisborgarar í Bangkok um, at vandi er fyri einari yvirgangsatsókn í býnum. Uttanríkisráðið mælir fólki frá at vera á plássum, har nógv ferðafólk plaga at vera.

Fyrr í dag ávaraði amerikanska sendistovan í Teilandi um tað sama, og løtu seinni ávaraðu Bretland og Noreg sínar borgarar í Bangkok.

Vandin fyri yvirgangi er tó ikki so stórur, at danska uttanríkisráðið mælir donskum ríkisborgarum frá at fara til Teilands, sigur DR.

Teilendsku myndugleikarnir váttaðu í dag, at teir hava tikið ein mann. Talan er um ein libana, sum er undir illgruna fyri at vera limur í Hizbollah-felagsskapinum. Ein talsmaður hjá myndugleikunum sigur við Reuters, at maðurin bleiv tikin, eftir at ísraelska sendistovan í Bangkok hevði ávarað um, at Hizbollah fyrireikar eina atsókn.