Jeppe Kofoed, uttanríkisráðharri, og Trine Bramsen, verjumálaráðfrú, ávara upp á tað harðasta Turkaland ímóti at gera innrás í Sýria.
Tað siga tey eftir fund í uttanríkisnevndini hjá Fólkatinginum.
– Tað er týdningarmikið at senda eina sterka ávaring til Turkalands um, at einki má gerast, sum skaðar fólkið og sum ger stríðið ímóti Islamskum Stati veikari í landsnyrðingspartinum av Sýria, sigur Jeppe Kofod.
Beint eftir boðini frá Jeppe Kofoed og Trine Bramsen, komi tíðindini frá altjóða tíðindastovum um, at forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, hevur boðað frá, at eitt turkiskt hernaðarátak er sett í verk í landnyrðingspartinum av Sýria.
/ritzau/










