Hóast Spania fekk trý løtt mál orsakað av donskum feilum,vann Danmark trygt 31-28 á heimsmeistarunum.
Liðini fygdust væl í fyrra hálvleiki, har Danmark fyri tað mesta lá eitt ella tvey mál framman fyri, men har Spania alla tíðina vann seg inn aftur.
Í byrjanini av seinna hálvleiki fót Danmark tó frá Spania, og heimsmeistararnir megnaðu ongantíð at fanga Danmark aftur.
Tað var serliga ein maður, ið meira enn aðrir vóru størsta orsøkin til, at Danmark kundi vinna so lættliga. Niclas Landin stóð ein branddyst, og tók 40% av royndunum móti danska málinum. Og høvdu spaniólar ikki sloppið at runnið einsamallir móti honum í trimum teimum seinastu álopunum, hevði bjargingarprosentið verið enn hægri.
Danmark hevur nú seks stig í millum bólkinum, meðan Spania verður standandi á fýra stigum.