Danmark vann landsdyst í styrki

Í tveimum førum vóru føroyingarnir óhepnir í landsdystinum í styrki móti Danmark um vikuskiftið. Úrslitið gjørdist 4-1 til sterku gestirnar.

Frammanundan vóru Mikkel Leicht og Nicolai Hansen mettir at verða favorittar, men Bogi Hammer og Jákup Súni Berg vónaðu, at teir kundu loypa hvøkk á donsku gestirnar í onkrum av teimum fimm greinunum, sum varð kappast í.
Danmark vann tvær tær fyrstu greinarnar, har eitt hjól upp á 416 kilo skuldi koppast seks ferðir, og tvær áleið 180 kilo tungar tunnur skuldu haldast upp frá so leingi sum gjørligt.
Grein tvey er annars eitt av favoritt greinunum hjá Jákup Súna.
«Tá eg sá, at hann misti við 58 sekund, tá var eg sannførdur um at eg fór at klárar tað, tí eg havi sterkt grep. men eg fór at ristast beinanvegin. Hatta er eitt tað vánaligasta nakrantíð hjá mær, og so skuldi tað koma í kappingini, sigur ein vónbrotin Jákup Súni Berg.

Bogi heldur lív í vónini

Føroyar minkaðu um munin til 2-1, tá Bogi Hammer var skjótari enn Nicolai Hansen at hála ein lastbil, sum stóð í fimta gear, yvir ein tein upp á góðar tíggju metrar.
«Hatta hevur verið ein av mínum favoritt greinum síðani eg byrjaði, men tað hevur ikki ginigið so væl seinnu árini, staðfestur Bogi.
Í fjórðu greinini skuldi Jákup Súni kappast móti Mikkel Leicht. Teir skuldu bera seks 100 kilo tungar bobbens yvir sjey metrar og seta tær á ein platt, sum er ein metur høgur.
Mikkel kláraði tað upp á 38 sekund. Jákup Súni var skjótari við trimum teimum fyrstu, men misti stevið og endaði við at missa á sætta túrinum.
Í fimtu greinini, sum var ein lið grein har tvey 200 kilo tung lodd skuldi berast tíggju meterar og síðani lyftast upp seks trin á eini trappu, var Jákup Súni óheppin og beklaði.
«Eg var illa fyri allan dagin, og tað kendist sum eg hevði eti ov lítið, sigur Jákup Súni Berg, sum spýði millum tvær tær seinastu greinarnar.
«Eg eri rímuliga væl nøgdur við samlaða avrikið hjá mær, sigur Bogi Hammer, sum serliga iðrar seg um minni góðu tíðina í fyrstu greinini.
Sostatt endaði kappingin ikki sum hvørki Jákup Súni, Bogi ella fyrireikarnir høvdu vónað. Sjúkrabilurin kom eftir Jákup Súna, sum sannlíkt hevur brotið fótin. Hann skal eftirkannast um eina viku.
Bogi Hammar og Jákup Súni Berg eru báðir við gott mót hóast tap í fyrsta styrki landsdystinum. Bogi Hammer segði eisini eftir dystin, at møguleikn fyri fleiri landsdystum er til staðar, og at arbeitt verður við at vinnarin av Føroya Sterkasti Maður tiltakinum vinnur sær pláss í DM finaluni.

Glaðir danskarar

Mikkel Leicht og Nicolai Hansen, sum eru tveir teir sterkastu menninir í Danmark, vóru fegnir um sigurin. Serliga Mikkel var í speiska lagnum og helt fyri, at hann hevði væntað at vunnið allar fimm greinarnar, segði 24 ára gamli danin við einum smíli.
Nicolai fegnaðist um sigurin og um undirtøkuna, sum landsdysturin hevði millum fólk í Føroyum. «Høvdu fólk í Danmark havt líka stóran áhuga, sigur sterkasti maður í Danmark.
Nicolai helt at føroysku menninir høvdu ein møguleika at standa seg á altjóða stigi.
Annars kann sigast, at nógv fólk vóru í høllini á Hálsi í kvøld, og tiltakið gekk skjótt og gott fyri uttan óhepna endan. Rúni Djurhuus handaði steyp og heiðursmerki vegna Rex til vinnararnar.