Hóast Danmark sløsaði yvaleysa nógv í pørtum av seinna hálvleiki, var ongantíð ivi um sigurin.
At byrja við tveittu danir bóltin burtur einar tvær ferðir í skjótálopum, og eisini í seinna hálvleiki fóru teir heldur lætt um spælið.
Men annars var ongantíð veruliga nakar ivi um, hvar sigurin endaði í kvøld í einum dysti, har Mikkel Hansen var heilt framúr skarandi.
Tað gjørdist kortini tungt hjá Danmark í fyrra parti av seinna hálvleiki, tá teir í heilum vóru ein maður í undirtali. Men hóast tað, eydnaðist ikki Eysturríki at koma nærri enn fýra mál.
Danmark koyrdi tó sigurin heim og endaði við at vinna 33-29.
Í hinum seina dystinum í kvøld, vann Spania tepurt 27-25 á Noreg.










