Danmark vann kapping

Danska fótbóltslandsliðið hevur verið á venjingarlegu í Thailandi, har liðið var við í kappingini, Kings Cup. Hesa kapping vann Danmark, sum síðsta sunnudag legði fyri við at vinna 3-1 á Polandi og síðani mikudagin 5-1 á Singapore, áðrenn tað í dystinum ímóti thailendsku vertunum endaði við einum donskum 3-0 sigri. Asia-ferðin hjá landsliðnum var upphiting til HM-endaspælið í summar.