Danmark vann bólkin

Fyrri hálvleikur var rættiliga javnur, tá bæði liðini við fulum stigatali í bólki C, Danmark og Kroatia brustu saman í kvøld.

 

Kroatia var framman undan roknað sum lítil favorittur, ikki minst tí teir hava ein av heimsins bestu hondbóltsleikarum, Ivano Balic, á liðnum. Men hann bliknaði fullkomiliga í mun til donsku stjørnurnar.

 

Tí í seinna hálvleiki setti Danmark fullkomiliga Kroatia upp á pláss. Balic var bert inni í byrjanini av hálvleikinum, og tá Danmark fór frá 15-16 til 17-16 við einum manni minni á vølli, sást skriftin á vegginum.

 

Bakkarnir báðir hjá Danmark, Mikkel Hansen og serliga Kasper Søndergaard, bumbaðu bóltarnar í kroatiska málið eftir vild, samstundis sum danska verjan stóð stak væl við einum væl uppløgdum Niklas Landin í málinum.

 

Kasper Søndergaard skoraði 10 mál í dystinum, og Danmark tekur fýra stig við sær í millum umfarið sum einasta liðið í tí bólkinum.