Danmark vann á Svøríki - Haaland skoraði hattrick fyri Noreg

Frakland og Spania vunnu greiðar sigrar

Mynd: Scanpix

Tað eydnaðist Danmark at vinna landsdyst nummar 108 móti Svøríki í Parkini í Keypmannahavn í kvøld.

 

Undan dystinum var núverandi svenski landsliðsvenjarin, Jon Dahl Tómasson heiðraður við at gerast partur av Hall of Fame hjá donskum fótbólti. Jon Dahl Tómasson er søguligur danskur málskjútti við 52 málum. Tómasson var stórliga fagnaður av fjøldini í Parkini.

 

Sjálvan dystin vann Danmark 2-1. Danska pressan fegnast um gott danskt spæl og sigurin, meðan svenska pressan fegnast um leikligan framburð hjá einum ungum svenskum landsliði.

 

Dysturin var ikki meir enn byrjaður fyrrenn Danmark fekk eitt hornaspark. Christian Eriksen sendi bóltin í brotsteigini, og har stóð Pierre-Emile Højbjerg til reiðar at stúta Danmark framum 1-0.

 

Longu í níggjunda minutti javnaði Newcastle-áleyparin, Alexander Isak fyri Svøríki. Leingi sá tað út til, at dysturin fór at enda við einum javnleiki, men tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skoraði Christian Eriksen sigursmálið fyri Danmark aftaná eitt upplegg frá Morten Hjulmand, og so kundi fjøldin í Parkini stórfegnast.

 

Komandi leygardag spælir Danmark venjingardyst móti Noregi á leikvøllinum í Brøndby. Noreg vann 3-0 á Kosovo á Ullevaal leikvøllinum í Oslo í kvøld. Erling Braut Haaland skoraði reint hattrick fyri Noreg, og vísti stórspæl.

 

Í øðrum venjingardystum vann Frakland 3-0 (1-0) á Luksemborg í Metz. Kylian Mbappe legði upp til tvey tey fyrstu málini, og skoraði sjálvur tað triðja málið.

 

Spania vann 5-0 (1-0) á Andorra í Badajoz. Mikel Oyarzabal skoraði reint hattrick. 

 

Úrslit í kvøld:

 

 

 

Slovakia 4 - 0 San Marino

1-0 Tomas Rigo ('8 )

2-0 Tomas Suslov ('10 )

3-0 Lukas Haraslin ('36 )

4-0 David Strelec ('58 )

 

Danmark 2 - 1 Svøríki

1-0 Pierre-Emile Hojbjerg ('2 )

1-1 Alexander Isak ('9 )

2-1 Christian Eriksen ('86 )

 

Noreg 3 - 0 Kosovo

1-0 Erling Braut Haaland ('15 )

2-0 Erling Braut Haaland ('70 )

3-0 Erling Braut Haaland ('75 )

 

Belgia 2 - 0 Montenegro

1-0 Kevin De Bruyne ('44 )

2-0 Leandro Trossard ('90 , víti)

 

 

Spania 5 - 0 Andorra

1-0 Ayoze Perez ('24 )

2-0 Mikel Oyarzabal ('53 )

3-0 Mikel Oyarzabal ('66 )

4-0 Mikel Oyarzabal ('73 )

5-0 Ferran Torres ('81 )

 

Frakland 3 - 0 Luksemborg

1-0 Randal Kolo Muani ('43 )

2-0 Jonathan Clauss ('70 )

3-0 Kylian Mbappe ('85 )

 

 

 

Mynd: Scanpix