Danmark valdi sær ein ringan dag á kontórinum

Eyðun Samuelsen er vónbrotin av dønum í dag, men er samanumtikið nøgdur við EM-endaspælið

Rás2/in.fo hugdi eftir EM-finaluni millum Danmark og Frakland heima hjá Eyðuni Samuelsen, altjóða hondbóltsdómara í dag.

 

Eyðun, eins og allir aðrir hondbóltsviðmerkjarar kring Evropa kann bert lyfta hattin av fyri tí framúrskarandi franska liðnum, sum enn einaferð vísti hondbólt av fremsta og besta slagi. - Men vit mugu siga, at Danmark valdi sær ein ringan dag á kontórinum, slær Eyðun fast. Dysturin varð longu avgjørdur, tá støðan var 17-7 til Frakland í fyrra hálvleiki. Aftaná tað var bert talan um status quo, har liðini fylgdust, og leiðslan skifti millum sjey og tíggju mál til Fraklands.

 

Hóast Eyðun er vónbrotin av danska avrikinum í dag, so heldur hann, at talan hevur verið um eitt gott EM-endaspæl. Eyðun heldur eisini, at dómararnir hava havt góð avrik í kappingini.

 

Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Eyðun, har tikið verður samanum um finaluna, EM-endaspælið, venjara-yrkisleiðina hjá Ulrik Wilbek, og avrikið hjá dómarunum.