Tað var ikki fyrr enn fram móti dystarenda, at Danmark megnaði at koma fram um móti Suðurkorea í hondbóltskappingini fyri menn.
Danmark var aftan fyri allan fyrra hálvleik, til tíðir við trimum málum. Men teir megnaðu tó at fara til hálvleiks bert eitt mál aftan fyri, 13-14.
Eftir at vera hølvaðir av móti Kroatien í gjár var neyðugt, at Danmark vann í dag, og tað gjørdu teir eisini, tí seinastu sjey minuttirnar komu danir fram um og vunnu dystin 26-24.
Teir liggja tí í løtuni á øðrum plássi, men vinnur Spania á Kroatia í kvøld, rúka danir niður á triðja plássið, og so fáa teir enn truplari mótstøðulið í fjórðingsfinaluni.