Formaðurin fyri Team Danmark, Carl Holst, umhugsar nú, um hann skal halda seg burtur frá setanini til OL komandi ár. Eitt stig, sum mentamálaráðharrin, Brian Mikkelsen, eisini umhugsar. – Eg eri samdur við mentamálaráðharranum. Eg havi fylgt við gongdini, og her og nú veit eg ikki heilt, hvørja støðu eg skal taka. Men eg fylgi væl við, tí tað eru viðurskifti, sum tala bæði fyri og ímóti, sigur Carl Holst við Ekstra Bladet. Hann heldur tó framvegis, at donsk ítróttafólk eiga at taka lut í leikunum.










