Hóast nógv bendir á, at handilsforðingarnar móti Føroyum vera settar í gildi um mánaðarskiftið, eru politikarar dag um dag í miðlunum og føra fram, at samráðingar eru besta loysnin á trætuni.
Ein teirra er Ole Christensen, umboð fyri danska javnaðarflokkin í Evropa-Parlamentinum.
-Hetta er ein keðilig og óheppin støða. Tað sigur seg sjálvt, at burðardyggur fiskiskapur krevur felags reglur. Tað er avgerandi, at stovnarnir ikki vera niðurfiskaðir. Ein samráðingarloysn er tað besta, sigur Ole Christensen.
Ole Christensen atkvøddi annars fyri, at ES fekk heimild at seta tiltøk í verk ímóti Føroyum og øðrum londum.
Atkvøtt var um sanktiónsinstrumentið sum amboð kann brúkast mótvegis triðja londum, sum ikki fiska burðardygt.
-Sum Evropa-parlamentarikari kann eg bara fylgja við av síðulinjuni. Og vil leggja stóran dent á, at allir samráðingarmøguleikar mugu sjálvandi vera royndir, og at metingarstøðið er uppfylt, áðrenn tiltøk verða sett í verk, sigur Ole Christensen.
Mette Gjerskov, matvørumálaráðharri, segði tann 12 juni við Útvarpið, at hon kann ikki blanda seg uppí, hvat í danskir limir í Evropa-Parlamentinum atkvøða.
Í ráðharraráðnum atkvøddi Danmark blankt, tá uppskotið var frammi um at seta sanktiónsinstrumentið í verk.
Danska stjórnin fleiri ferðir ført fram, at hon fer at atkvøða ímóti, tá innihaldið at handilsforðinginum skulu samtykkjast.










