Danmark til finaluna í Eurovision Songcontest

Tað eydnaðist Chanée & N´evergreen við sanginum

?In A Moment Like This? at koma víðari til finaluna leygarkvøldið í Eurovison Songcontest. Svøríki kom fyri fyrstu ferð nakrantíð ikki víðari til finaluna. Men sviðar kunnu ugga seg við, at tað eru tríggir sviðar, ið hava gjørt danska lagið.

Londini, sum Chanée og N´evergren skulu kappast móti leygarkvøldið eru hesi: Týskland, Frakland, Norra, Bretland, Spania, Bosnia,

Moldova, Russland, Grikkaland, Portugal, Hvitarussland, Serbia, Belgia, Albania, Island,

Ísrael, Azerbajan, Ukraina, Armenia, Rumænia, Írland, Kypern, Georgia og Turkaland.