Danmark tekur herfólk sítt úr Afganistan

Eftir boðini frá USA fer Danmark eisini at taka síni herfólk heim úr Afganistan, sigur Jeppe Kofod, danskur uttanríkisráðharri

Næstan 20 ára hernaðarligt virksemi í Afganistan enda komandi mánaðirnar. Tað ger uttanríkisráðharri Danmarkar, Jeppe Kofod, greitt, eftir fund í Uttanlandsnevndini í kvøld.

Har hava flokkarnir á Fólkatingi givið stjórnini heild til at fara undir afturtøkuna. Hon kemur sum avleiðing av, at amerikanski forsetin Joe Biden, í dag gjørdi greitt,at USA skal vera úti úr Afganistan 11. september í ár.

– Vit vilja stigvíst taka herfólk okkara aftur í felag við Nato og USA, sigur Jeppe Kofod.

Sambært Joe Biden fer amerikanska afturtøkan at byrja 1. mai. Tey donsku herfólkini skulu eisini skjótt heim.

– Vit fara undir fyrireikingarnar nú, sigur Jeppe Kofod.

Harvið endar eitt stórt kapittul í donskum uttanríkis- og verjupolitikki komandi mánaðirnar.

Fyrstu donsku herfólkini komu til Afganistan í januar í 2002, og síðani tá gjørdist hetta eina av blóðugastu tiltøkum, sum Danmark hevur verið við til í nýggjari tíð.

44 danskir hermenn eru deyðir í sambandi við luttøkuna í Afganistan. Harumframt eru 214 danskir hermenn særdir. Fleiri teirra hava mist limir og vegsíðubumbum.

Trine Bramsen, verjumálaráðfrú, leggur dent á, at tað verður ein skipað afturtøka:

– Tað verður gjørt í tøttum samstarvi við Nato-sameind og amerikonsku samstarvsfelagar okkara í mun til ta afturtøku, sum stendur fyri framman.

– Tað eru orsøkir til at siga takk til donsku herfólkini, sigur Trine Bramsen.

Tá tað frættist um amerkonsku avgerðina, fór kjakið í gongd um, hvørt næstan 20 ára drúgva stríðið hevur verið tað vert.

Til tað sigur Trine Bramsen:

– Eg taki ikki dagar ímillum, um tað hevur verið tað vert ella ikki. Tí tað er trupult at siga, hvar vit høvdu verið sum samfelag, um vit ikki høvdu lagt uppí og forða al-Qaeda at klekja yvirgangsfólk, sum høvdu kunnu gjørt stóran skaða.

– Tað sóu vit 11. september í 2001. Men slíkar atgerðir hava vit ikki sæð síðani. Tað hevur verið smærri yvirgangsálop, sum vit framhaldandi skulu forða fyri, sigur Trine Bramsen.

Meðan afturtøkan av fleiri hernaðarligum serfrøðingum verður mett at vera eitt tap bæði hernaðarliga og í mun til hugskotið um at byggja eina fólkaræðisliga tjóð, so leggur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, dent á yvirgangsfyribyrgingina.

– Al-Qaeda hevur ikki styrki til at leypa á okkum úr Afganistan longur. Vit hava saman við okkara sameindu bart fíggindan niður.

– Tað merkir ikki, at tað ikki eru avbjóðingar í Afganistan. Tað eru tað framvegis, men har eru gjørd framstig á hernaðarliga og sivila økinum.

– Afganistan er nú á øðrum støði, enn fyri 20 árum síðani. Men tað, sum skal henda nú, er, at afganarar taka ábyrgdina á seg sjálvar og menna landið víðari, sigur Jeppe Kofod.

Hann leggur dent á, at Danmark og Nato hóast afturtøkuna, »ongantíð fara at loyva, at tað aftur skal koma ein hóttan úr Afganistan«.

/ritzau/