Fleiri landsdystir hava verið leiktir í kvøld.
Fyri flestu føroyingar høvdu dystirnar hjá Danmark og Onglandi størst áhuga. Men felags fyri bæði Danmark og Ongland var, at tey fingu skuffandi úrslit.
Fríggjakvøldið tapti Danmark á útivølli móti Póllandi, og aftur í kvøld gjørdist talan um ein ósigur til Danmark. Ógvuliga óvæntað tapti Danmark heimadystin móti Montenegro 1-0. Montenegro fekk einsamalla málið í dystinum, tá gott og væl ein hálvur tími var leiktur av dystinum.
Í seinna hálvleiki royndi Danmark at trýsta Montenegro, og hóast trýstið var ógvusligt, eydnaðist tað ikki danskarunum at fáa bóltin í málið.
Heldur ikki hjá Onglandi eydnaðist tað í kvøld at fáa bóltin í málið. Venjarin, Gareth Southgate, valdi undan dystinum at droppa enska liðskiparan og toppskjúttan, Wayne Rooney, men tað hjálpti lítið fyri enska liðið. Endaliga úrslitið í útidystinum móti Slovenia var ein málleysur 0-0 javnleikur.
Í øðrum dystum var Noreg eitt skifti undir ógvuliga stórum trýsti á heimavølli móti San Marino, har tað stóð á jøvnum 1-1 eftir 77 minuttum. Men seinasta korterið fekk Noreg hol á, soleiðis at teir vunnu ein 4-1 sigur.
Úrslitini í kvøld:
Bólkur C:
Kekkia – Aserbadjan 0-0
Týskland – Norður Írland 2-0
Noreg – San Marino 4-1
Bólkur E:
Kasakstan – Rumenia 0-0
Danmark – Montenegro 0-1
Pólland – Armenia 2-1
Bólkur F:
Litava – Malta 2-0
Slovakia – Skotland 3-0
Slovenia – Ongland 0-0











