Eftir eina trilvandi byrjan kom Danmark tó fyri seg, og hevði yvirvág í spæli í fyrra hálvleiki. Kortini var tað Italia, ið var nærmast við at leggja seg á odda, tá eitt mál var hárfínt kolldømt fyri rangstøðu.
Eftir tíggju minuttum í seinna hálvliki varð dysturin avgjørdur við trimum málum.
Fyrst skoraði Melania Gabbiadini til 1-0 til Italia, og fimm minuttir seinni økti Ilaria Mauro til 2-0.
Fimm minuttir seinni minkaði Mia Brogaard um munin, og seinasta partin av dystinum løgdu danir eitt stórt trýst á Italia fyri at fáa javnandi málið og møguliga vinna dystin.
Men hóast onkrar royndir vóru nær við, eydnaðist ikki dønum at fáa stig burtur úr dystinum.
Møguleikarnir hjá dønum eru tó ikki tømdir, tí Italia skal møta Svøríki í seinasta dystinum í bólkaspælinum, og roknað verður við, at Svøríki nú vinnur bólkin.
Vinnur Svøríki á Finlandi í kvøld og á Italia í síðsta dystinum, sleppur Danmark víðari við at fáa betri málúrtøku enn Italia.
Italia-Danmark 2-1
55. 1-0 Melania Gabbiadini
60. 2-0 Ilaria Mauro
66. 2-1 Mia Brogaard
Leo Poulsen










