Norðurlond eru øll víðari úr bólkaspælinum í HM í kvinnuhondbólti, sum er í Danmark í hesum døgum. Og, ið hvussu er eitt norðurland verður at síggja í fjórðingsfinaluni, tí Danmark og Svøríki møtast í 1/8 finaluni sunnukvøldið.
Svøríki er annars ósigrað við 9 stigum av 10 møguligum í bólki B. Í dag vann Svøríki heili 49-25 (23-12) á Kuba. Svøríki endaði tó aftanfyri Niðurlond, sum hevur betur málmun.
Danmark hevur 6 av 10 stigum í bólki A, og hevur tapt tveir teir seinastu dystirnar. Í dag tapti Danmark 21-23 (7-12) ímóti Montenegro. Fyrradagin tapti Danmark stórt 22-29 (12-15) ímóti Ungarn.
Noreg hevur spælt seg væl upp, aftaná tapið ímóti Russlandi í tí innleiðandi dystinum. Noreg hevur vunnið hinar fýra dystirnar í bólki D. Í dag vann Noreg 29-26 (18-12) á Spania, og ígjár vunnu norsku kvinnurnar 26-22 (13-10) á Rumenia.
Úrslitini fríggjadagi. Londini við FEITARI skrift eru tey 16 londini, sum hava vunnið seg víðari til 1/8 finalurnar :
Kuba-Svøríki 25-49 (12-23)
Danmark-Montenegro 21-23 (7-12)
Kongo-Týskland 19-37 (11-18)
Noreg-Spania 29-26 (18-12)
Niðurlond-Pólland 31-20 (14-9)
Tunesia-Serbia 21-43 (10-23)
Brasil-Frakland 21-20 (11-9)
Rumenia-Russland 27-30 (16-17)
Kina-Angola 29-32 (11-15)
Ungarn-Japan 31-21 (17-11)
Argentina-Suðurkorea 22-29 (12-14)
Puerto Rico-Kasakstan 30-27 (18-14)










