– Danmark svíkir Grønland

Grønlendska fólkatingskvinnan, Aleqa Hammond, mælir til eina “Free Association”-skipan í staðin fyri ríkisfelagsskapin.

Grønlendska fólkatingskvinnan, Aleqa Hammond, mælir til eina “Free Association”-skipan í staðin fyri ríkisfelagsskapin við Danmark (Mynd: Polfoto)

– Ferð eftir ferð svíkir Danmark sína ábyrgd í ríkisfelagsskapinum, sigur Aleqa Hammond, grønlendsk fólkatingskvinna fyri Siumut, sum ikki heldur, at Danmark tekur síni ábyrgdarøki í Grønlandi í nóg stórum álvara.

Millum annað vísir hon á eina tilbúgving, ið ikki er nøktandi, og somuleiðis eitt arbeiðseftirlit á ráevnisøkinum, sum Danmark nú ætlar at lata grønlendingum upp í hendi, hóast tað heldur ikki er nøktandi.

– Samstundis verður Grønland ikki viðfarið sum ein javntsettur partnari, tá tað eitt nú snýr seg um tingingar í Fólkatinginum, sigur Aleqa Hammond við grønlendska kringvarpið, KNR.

Samstundis skrivar hon í tíðargrein í donsku avísini, Politiken, at Danmark og Grønland áttu at skift verandi sjálvstýrisavtalu út við eina “Free Association”-skipan.

– Um vit lata eina “Free Association”-skipan avloysa sjálvstýrislógina, vil Grønland formliga verða sjálvstøðugt. Tað merkir, at hesi bæði lond okkara kunnu avráða, hvussu framtíðar viðurskiftini skulu vera, sum javntsettir partnarar, skrivar Aleqa Hammond í tíðargreinini.

Í samrøðu við KNR vil hon tó ikki taka støðu til, hvørjar avleiðingar ein “Free Association”-skipan vildi havt fyri ta fíggjarligu avtalu, Grønland hevur við Danmark.