Danska stjórnin stuðlar innrásinini hjá Ukraina í Russland, har ukrainskar herdeildir eru farnar inn í Kursk-økið fyri at hertaka eitt øki.
Tað siga danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen og verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, eftir fund í uttanríkispolitisku nevndini hjá Fólkatinginum.
– Tú vinnur helst ikki hetta stríðið – uttan at eg blívi til serfrøðing her – bara við at royna at verja teg sjálvan og skáka sær undan, tá skotið verður eftir, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Danmark nú er til reiðar við 20. gávupakkanum til Ukraina.
Tann seinasti er upp á umleið 783 milliónir danskar krónur, upplýsir verjumálaráðið í tíðindaskrivi, og pengarnir skulu millum annað nýtast til keyp av nýggjari hernaðarútgerð.
Tað kemur eisini fram eftir fundin í uttanríkispolitisku nevndini í danska Fólkatinginum í dag.
Verjumálaráðið kann ikki "av operativum og trygdarávum" fara í smálutir um innihaldið í gávupakkanum. Av teirri upphædd eru góðar 46 milliardir danskar krónur longu settar av til donatiónir og íløgur í tíðarskeiðnum.
/ritzau/











