HM-hálvfinalan millum Danmark og Kroatia í manshondbólti í kvøld bleiv ongantíð tann spennandi dystruni, sum tey flestu væntaðu undan dystinum. Danir settu seg á dystin longu frá byrjanini, og teir lótu ongantíð kroatar sleppa so mikið sum upp á javnt. Í steðginum var støðan 14-11.
Í seinna hálvleiki tóktust kroatar ráðaleysir, og ímóti endanum fór liðið mest sum í upploysn. Samstundis virkaði tann danska álopsmaskinan væl, samstundis sum verjan tók sær av teimum kroatisku álopunum, sum gjørdust støðugt meiri tannleys, sum tíðin leið. Tá tíðin var farin, høvdu danir vunnið 30-24.
Undan dystinum søgdu viðmerkjarar, at fingu danir tey skjótu mótmálopini at rigga, og kundi Landin vinna á Alilovic, hevði Danmark góðar møguleikar. Bæði eydnaðust, og so vann Danmark.
HM-finalan sunnudagin er sostatt millum Danmark og vertslandið Spania.










