Danska manslandsliðið í hondbólti skal ikki spæla undankappingardystir fyrrenn í fyrsta lagi í 2026.
Danmark vann HM-endaspælið og hevur tí vunnið seg í olympiska endaspælið í París á sumri í 2024. Í fjør vann Danmark EM-bronsu. Tað merkir, at Danmark hevur tryggjað sær at taka lut í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar í 2024.
Í januar í 2025 er Danmark HM-vertur saman við Noregi og Kroatia.
Í januar í 2026 er Danmark EM-vertur saman við Svøríki og Noregi.
Og fær Danmark eina góða endastøðu til endaspølini í 2025 og 2026 kann gerast enn longri til, at Danmark aftur spælir ein undankappingardyst.