Danmark snávaði – Noreg vann stórt

Donsku kvinnurnar taptu sín fyrsta dyst í EM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum, meðan bæði Noreg og vertirnir úr Svøríki fingu eina góða byran. Heimsmeistararnir úr Russlandi fingu eisini ein sigur í sínum fyrsta dysti

HONDBÓLTUR

EM-kappingin í kvinnuhondbólti bleiv skotin í gongd í dag. Her eru 16 tær sterkastu hondbóltstjóðirnar í Evropa býttar upp í fýra bólkar. Trý av okkara grannalondum eru eisini við í kappingini. Svøríki er við, sum vertur av kappingini, meðan bæði Danmark og Noreg teljast millum avgjørdu favorittarnar at vinna kappingina. Gongdin í fyrsta umfari var tó misjøvn hjá okkara grannalondum. Her eydnaðist bæði vertunum úr Svøríki og Noreg at vinna, meðan Danmark tapti í einum tøttum dysti ímóti Fraklandi.

Ungarn fekk góða byrjan
Í bólki A eru liðini Serbia, Mekadonia, Ungar og Eysturríki, og her var Ungarn mett sum favorittur av flest øllum. Kvinnurnar úr Ungarn vístu eisini í fyrsta dystinum, hví júst tær vera mettar at vera sterkastu liðið í hesum bólkinum. Tær snøgt sagt vundu burtur úr Eysturríki, og at enda gjørdist talan um veruligan stórsigur, har Ungarn vann 42-23.
Í hinum dystinum møttust Makedonia og Serbia. Her mundu fleiri helst rokna við, at Seria fór at gerast sterkari, tí Serbia søguliga sæð er ein sterkari hondbólstjóð enn Makedonia. Men hesu ferð var Makedonia sterkari. Tær vunnu ein tepran 25-23 sigur, og við sigrinum hava tær fingið eina sera góða byrjan upp á kappingina.

Noreg vísti stórspæl
Í bólki B finna vit enn ein av favorittunum til heitið sum nýggjur evropameistari. Grannalandið fyri eystan, Noregi, er nevniliga enda í hesum bólkinum saman við Slovenia, Týsklandi og Póllandi, og her vera bæði Noreg og Týskland mett millum favorittarnar.
Bæði Noreg og Týskland livdu eisini upp til vónirnar, og í báðum førum gjørdist talan um tryggar sigrar. Noreg vann sera sannførandi, tá tær leiktu ímóti Slovenia. Úrslitið gjørdist heili 43-20 til norsku kvinnurnar, og hetta er ikki fyrsta ferðin, at tær vinna ein týdningarmiklan dyst ímóti Slovenia so nógv.
Í hinum dystinum vann Týsklandi eisini stórsigur ímóti Póllandi. Úrslitið gjørdist 30-20 til Týskland, og harvið fingu báðir favorittarnir í bólki B eina góða byrjan upp á kappingina.

Heimsmeistarar vunnu tepurt
Í bólki C finna vit eisini eitt norðurland, nevniliga Svøríki, sum var endað í bólki saman við heimsmeistarunum úr Russlandi. Hini liðini í hesum bólkinum eru Kroatia og Ukreina.
Russland verður av flest øllum mett at vera allar størsti favoritturin. Tær hava góðar leikarar á hvørjum plássi, og tær megnaðu eisini at vinna sín fyrsta dyst. Talan gjørdist tó ikki um nakran tryggan sigur, tá russiska bjørnin møtti Kroatia. Úrslitið gjørdist 28-23 til Russland, sum tó er komið væl í gongd á hesum sinni.
Í hinum dystinum vunnu vertirnir úr Svøríki 22-18 á Ukreina, so hetta var ein stak góð byrjan av svenskarum, sum ikki vera givnar nógvar møguleikar í hesum endaspælinum.

Danmark kiksaði
Í síðsta bólkinum finna vit Danmark. Danmark er altíð at meta millum størstu favorittarnar, og hetta endaspælið er ikki nakað undantak í so máta. Frakland, Spania og Holland eru hini liðini, sum eru endaði í bólki D, og í fyrsta dystinum møttust Danmark og Frakland.
Danmark førdi at kalla allan vegin, men síðstu 6-7 minuttirnar leyp Frakland frá Danmark, og at enda vunnu fronsku kvinnurnar tryggan 24-20 sigur.
Í hinum dystinum spældu Spania og Holland, og her var eingin slingur í valsinum hjá spaniólum. Tær fingu eina vánaliga byrjan, men sum dysturin leið var eingin ivi. Spania var snøgt sagt nógv betra liðið, og endaliga úrslitið gjørdist 26-16 til Spania.
Nú eru fyrstu dystirnir leiktir í EM-endaspælinum, og næstan alt er, sum tað skal vera. Russland vann, Ungarn vann, og flest allir av hinum favorittunum vunnu eisini sínar dystir. Mest sannførandi úrslitið kom í dystinum hjá Noreg, har tær snøgt sagt hølvaðu Slovenia av. Einasta undantakið millum favorittarnar var Danmark, sum snávaði í síni fyrstu roynd. Møguleikarnir at koma víðari eru tó enn til staðar, men danska landsliðið skal vísa nógv betri taktir, serliga í álopspartinum, um tær skulu gera sær nakrar vónir um at røkka langt í ár.